Soleiðis fært tú góðar fastalávintsbollar

Tað eru óivað fleiri, ið ikki hætta sær undir at baka vatnbakkilsir. Ein møtir einum streymi av ræðusøgum um troyttar, flatar og óáhugaverdar vatnbakkilsir á netinum – tí tað tykist, sum hesin gátuføri baksturin er óálítandi og hevur egnan sterkan vilja. Mong eru tí bangin fyri at fara undir at gera vatnbakkilsir, tí vandin fyri at alt verður flatari enn ein pannukøka altíð lúrir

 

 

Fá uppskriftina til lýtaleysir fastalávintsbollar her 

 

 

Jórun Lassen Mørkøre, bakari, greiðir frá, at tá vatnið og smørið er kókað, er umráðandi at koyra mjølið í við tað sama og røra væl saman. Síðani skulu eggini í eitt og eitt. Tá tað verður rørt saman brúkar hon ikki pískirís men sleiv. Hon greiðir frá, at deiggið skal verða eitt sindur tjúkt, men ikki alt ov tjúkt.

 

 

Hóast tað óivað ber til at brúka skeið, tá deiggið verður koyrt á platuna, so er best at brúka ein sproytiposa, heldur hon.

 

 

Jórun Mørkøre staðfestir frá, at tað er av alstórum týdningi ikki at lata lúkuna á ovninum upp, áðrenn vatnbakkilsini eru liðugt bakaði. Verður lúkan upplatin, so søkka vatnbakkilsini saman.

 

 

Best er at baka ein platu við vatnbakkilsum í senn. Er ov nógvur bakstur í ovninum í senn, so verður tað ov fuktigt og tað kann oyðileggja deiggið.

 

 

Vatnbakkilsini skulu køla av í fimm til 10 minuttir, áðrenn tey verða fylt við róma, kakukremi og øðrum góðum

 


Vanligt er við sjokolátaglasuri omaná vatnbakkilsini, og at fylla tey við kakukremi, súltutoy og róma. Hóast tað smakkar væl, so eru nógvir ymiskir møguleikar, og best er at royna seg fram við tí, sum man dámar best