Framtíðin fyri týsku verjumálaráðfrúuna, Ursulu von der Leyen, liggur í honum Evropatingsins.
Í kvøld skulu fólkavaldu limirnir í tinginum atkvøða um, hvørt teir vilja hava hana sum næstu forkvinnu fyri Evropa-nevndina.
Samtykkir tingið at velja hana, skal hon taka yvir starvið eftir núverandi formannin, Jean-Claude Juncker. Og so verður hon fyrista kvinna í valdmikla ES-sessinum.
Her sæst, hvat skal til, fyri at hon skal kunna veljast:
– Tann 2. juli peikaðu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES á týsku verjumálaráðfrúnuna, Ursulu von der Leyen, sum teirra valevni til formanssessin í Evropa-nevndini.
– Tvær vikur seinni, týsdagin 16. juli, skal Evropatingið í eini loyniligari atkvøðugreiðslu sambært ætlanini taka støðu til, um tey stuðla valevninum.
– Um Ursula von der Leyen skal gerast næsta forkvinna í ES-nevndini, skal hon tryggja sær avgjørdan meiriluta millum tinglimirnar, sum vanliga eru 751 í tali.
– Fýra limir mangla tó framvegis at taka sæti. Tað snýr seg millum anna um Marianne Vind, sum skal taka við fyri nýggja danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod úr Javnaðarflokkinum.
– Harvið skal Ursula von der Leyen savna 374 atkvøður, sum svarar til eitt sindur meira enn 50 prosent av teimum núverandi 747 limunum í tinginum.
– Um ikki kann atkvøðugreiðslan verða útsett annaðhvørt ein dag ella til eftir summarfrítíðina, um Ursula von der Leyen sjálv biður um tað, ella um tingið tekur støðu til tað.
Kelda: Evropa-tingnið og Altinget.
/ritzau/