Í kvøld fer listamálarin, rógvarin og sundamaðurin Livar Nysted at halda fyrilestur um evni Motivasjón. Fyrilesturin verður í Stóra Pakkhúsi í Vági
Í 2010 setti Livar heimsmet við at rógva um Atlantshavið saman við trimum øðrum monnum. Hetta var ein krevjandi og stór avbjóðing, sum kravdi langar og drúgvar fyrireikingar og har motivasjónin til at náa sínum dreymi og máli, hevði avgerandi týdning.
Í fyrilestrinum vísir Livar myndir og fortelur um hendan spennandi túr, um tað at seta sær mál og knúsa tær forðingar sum eru í vegin, og hvussu umráðandi tað er at fylgja sínum dreymi. Livar er sera livandi og stuttligur, og við sínum róliga og lítillátna máta at fortelja á, bergtekur hann tey sum líða á.
- Tiltakið er eitt sera lívsjáttandi, spennandi og stuttligt tiltak, sum samstundis er gevandi og læruríkt, veðrur sagt úr Vági. Fyrilestur hansara byrjar klokkan 19.