Soleiðis fáa vit eitt betri skúlaverk

- Eitt vælútbúgvið fólk er tað týdningarmesta tilfeingið, eitt samfelag eigur. Tí skulu fólkaskúlin og miðnámsskúlin teljast millum teir fremstu í altjóða høpi – og hægri útbúgvingar í Føroyum skulu eisini upp á altjóða støði

Útbúgving

Í morgun varð skipað fyri visjónstorgi á Hotel Hafnia um útbúgving, gransking og íverksetan. Seinnapartin helt torgið fram við KT, umhvørvi og mentan.
Tað eru strategibólkarnir, sum skipa fyri framløgunum, og síðan hava áhoyrarar høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar.
Sosialurin var við í morgun, tá ið strategibólkurin, sum hevur arbeitt við útbúgving, hevði sína framløgu.
Í hesum bólki sita Petur Petersen, formaður, Olaus Jespersen, skrivari, Annika Sølvará, Jan Mortensen, Magnus Tausen og Katrin Apol.
Magnus Tausen, sum er formaður í Føroya Lærarafelag, hevði forfall og var tí ikki við í morgun.
Nakað av fólki við tilknýti til skúlaverkið og onnur við áhuga fyri skúla og útbúgvingum vóru við til framløguna og nýttu høvi at seta spurningar. Løgmaður, Jóannes Ejdesgaard og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, vóru eisini við.

Í fremstu røð
Málið við arbeiðnum hjá strategibólkinum fyri útbúgving er, at Føroyar skulu teljast millum fremstu tjóðir innan fólkaskúla og miðnámsskúlar í 2015, og somuleiðis skulu hægri útbúgvingar í Føroyum standa altjóða mát.
Bólkurin ásannar, at eitt vælútbúgvið fólk er týdningarmesta tilfeingið, eitt samfelag eigur.
Hvussu málini hjá strategibólkinum kunnu røkkast, greiðir bólkurin í stuttum frá á 13 A-4 síðum.
Í samandráttinum ásannar bólkurin, at góðar útbúgvingar eru grundarlagið undir góðum kappingarføri, eins og hetta er grundarlagið undir, at øll kunnu taka lut í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum.
- Útbúgvingarnar skulu vera fyri øll, og tær skulu tryggja, at fleiri verða útbúgvin meira alt lívið.
Dentur verður lagdur á, at ein vælvirkandi útbúgvingar-og granskingarskipan er høvuðsgrundarlagið undir samfelagsmenningini.

Í heimsflokki
- Skulu vit tryggja, at vit standa okkum væl í alheimssamfelagnum og verða millum tey fremstu, er umráðandi, at undirvísing í fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum er í heimsflokki.
Bólkurin heldur, at útbúgvingartilboð, stuðulsskipanir og annað innan hægri útbúgvingar eiga at standa øllum í boði og verða ókeypis, bæði hvat útbúgvingarslagi og útbúgvingarstaði viðvíkur.
- Gjøgnum altjóða útbúgvingarsamstarv fáa lesandi og undirvísarar møguleika at taka virknan lut í altjóðagerðini, og við Bologne-avtaluni verður útbúgvingarøkið á altjóða støði.
Førleikin í fremmandamálum og mentanarfatan eru umráðandi, eins og førleikamenning av undirvísarum og leiðslum.
- Ein væl skipaður bygnaður innan útbúgving og gransking er ein umráðandi fyritreyt fyri, at hesi bæði øki verða lyft upp á altjóða støði, sigur strategibólkurin fyri útbúgving.

Hvussu røkka
vit málinum?
Fyri at røkka málinum, skal førleikin í fremmandamálum styrkjast, og enskt skal lærast og dugast eins væl og danskt. Førleikin í mentanarfatan skal eisini styrkjast, soleiðis at vit kunnu standa okkum væl í altjóðagerðini.
Á visjónstorginum setti onkur spurnartekin við orðingina um, at "enskt skal dugast eins væl og danskt" og vísti á, at enn vita vit ikki, hvussu væl føroyingar fara at duga danskt í 2015. Hesin helt, at vit skulu duga enskt eins væl og føroyskt í 2015.
- Alt økið verður samskipað - heilt frá barnagarði til vaksnamannaútbúgving, har øll taka eina miðnámsútbúgving, og 75% fara undir hægri útbúgving.
Bólkurin heldur, at hægri útbúgvingar skulu bjóðast út innan øki, sum eru serføroysk, har stórur tørvur er á fólki, og hvørt útbúgvingar hava serligan samfelagsligan týdning.
- Námsfrøðilig gransking er ein umráðandi fyritreyt fyri allari menning í útbúgvingarverkinum. Fyri at tryggja, at okkara útbúgvingar eru á altjóða stigi, eiga vit at taka lut í altjóða samstarvi og eftirmetingum.
Aftrat hesum eiga vit at tryggja okkum luttøku í viðkomandi altjóða útbúgvingarsamstarvi.

Fólkaskúlin er grundvøllurin
Strategibólkurin ásannar, at fólkaskúlin er grundvøllurin undir allari útbúgving. Hesin skal tryggja, at tey ungu gerast før fyri at útbúgva seg víðari, soleiðis at tey kunnu liva og virka í einum alsamt meira altjóðakendum heimi.
- Fólkaskúlin verður skipaður sum eitt liðiligt og fjøltáttað læru-, menningar-og undirvísingarumhvørvi.
Bólkurin sigur, at skiftið frá barnagarði til fólkaskúla skal verða so trygt sum møguligt, og tí eigur barnaøkið at verða lagt til Mentamálaráðið.
- Samstundis verður tað sama ráð, sum kemur at hava ábyrgdina fyri menningini hjá barninum – frá smábarnaaldri til viðkomandi sum vaksin fer út á arbeiðsmarknaðin.
Strategibólkurin leggur upp til, at børnini fara í skúla um 6 ára aldur, og eftir 10 ára skúlagongd verður hildið fram í 3 ára miðnámsskúla, har øll hava rætt til útbúgvingarstuðul eftir 10. flokk. Eftirskúli eigur eisini at verða settur á stovn, sum skal stimbra framhaldandi útbúgving.
- Landið verður skipað í seks skúlaøki og eina meginfyrisiting, og í hvørjum øki verður sett á stovn ein økisfyrisiting, sigur strategibólkurin.