Soleiðis drap Boston bumbumaðurin beiggja sín

Seinnapartin í dag verður Dzjokhar Tsarnajev førdur fyri rættin, har hann kann verða dømdur til deyða.

Tað skrivar vg.nett

Rættarskjølini avdúka fleiri smálutir um hvat hendi, tá ið Boston bumbumaðurin ofraði lívið á beiggja sínum, Tamerlan, tá ið teir flýggjaði undan politinum.

Ákæran er í 30 punktum, men tey týdningarmiklastu eru fýra dráp og nýtsla av hópoyðileggingarvápnum.

Eftir sum talan er um eitt samveldis rættarmál, kann 19 ára gamli maðurin fáa deyðarevsing.

Í ákæruni, sum nú er almenn, koma nýggir smálutir undan kavi um hvat hendi tá ið politið jagstraði teir báðar beiggjarnar.

Sambært ákæruritinum royndu brøðurnir at skjóta politistarnar, ið jagstraðu teir. Eitt nú tveittu teir fýra heimagjørdar bumbur eftir politinum.

Ein av bumbunum var gjørd úr einum trýstkókara, og var av sama slagi, ið nýtt var undir Boston Maraton spreingingunum, ið kravdi trý mannalív.

At enda fingu teir tríggir politimenninir, Jeffrey Pugliese, John MacLennan og John Reynolds, tveitt seg yvir Tamerlan og fingu lagt hann í hondjørn.

Ímeðan hetta hendi, setti Dzjorkhar seg inn í stolna Mercedesbilin og koyrdu við fullari ferð móti monnunum.

Politistarnir fataðu tó skjótt støðuna, og Pugliese royndi av øllum alvi at toga Tamerlan undan.

Pugliese megnaði í seinasta sekundi at tveita seg undan, meðan Dzjorkhar rendi á sín egna bróður.

Tamerlan var framman undan raktur av skotum frá politinum, men Dzjorkhar var í hvussu er við til at taka lívið at bróðrinum.

Dramatiska mannajagstranin 18. apríl byrjaði við, at politiið almannakunngjørdi myndir av mistonktu bumbumonnunum. Dzjorkhar Tsarnajev sendi tá eini smsboð til ein lestrarvin:

»Hevur tað áhuga, kanst tú fara í kamar mítt og taka tað, tú vil«

Stutt eftir fóru báðir brøðurnir til Massachusetts Institute of Technology, MIT, har teir skutu ein MIT-politist frá stuttari fjarstøðu.

Seinni hóttu teir seg til ein Mercedesbil og noyddu eigaran at koyra til Watertown, har teir tóku GPS´aran og annað. Eftir at vera hildin gísli í fimm korter, eydnaðist bileigaranum at flýggja. Hann ringdi 911 og segði, hvar yvirgangsmenninir vóru.

Dzjorkhar varð seinni tikin í einum báti í einum garði, har hann hevði fjalt seg. Hann skavaði ein boðskap í bátin:

»Amerikanska stjórnin drepur ósek sivil. Eg skilji ikki, at slíkur óndskapur kann fara órevsaður fram. Vit muslimar standa saman, og tá tú skaðar ein, skaðar tú allar«.

Ein røð av avvarandi vera til staðar, tá rættarmálið byrjar seinnapartin.