Soleiðis ber neyvan til at lækka gjaldið í Eysturoyartunlinum

Tað loysir seg ikki at leingja afturgjaldstíðina á lánunum, sigur Jørgen Niclasen

Sum støðan er nú, loysir tað seg ikki at leingja afturgjaldstíðina á lánunum til Eysturoyartunnilin fyri at fáa bummgjaldið niður. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann um tað ikki hevði borið til at longt afturgjaldstíðina, sum nú er 24 ár, tí so høvdu avdráttirnir lækka og úrslitið av hevði verið, at bummgjaldið kundi verðið lækkað.

Jørgen Niclasen sigur, at lánið, sum felagið partafelagið, Eystur- og Sandoyartunlar, tók í 2016 er við eini fastari rentu upp á 2,73 prosent. Tá ið felagið tók lánið, varð mett, at besta loysnin var at taka eitt lán við fastari rentu og eini afturgjaldstíð upp á 20 ár.

– Tað er sera ivasamt um felagið hevði kunnað tikið eitt lán upp á 2,6 milliardir við afturgjaldstíð upp á 30 ella 40 ár. Í øllum førum hevði fasta rentan á láninum tá verið munandi hægri. Í øðrum lagi er tað eisini ivasamt um nóg stórur áhugi hevði verið millum lánveitarar.

– Tí er torført at taka tílík lán við langari afturgjaldstíð, uttan at hetta ávirkar rentustøðið og áhugan millum lánveitarar munandi, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at Tunnilsfelagið metir, at møguleikarnir at leingja afturgjaldstíðina til 30 ella 40 ár, eru sera avmarkaðir, og tey halda heldur ikki, at tað hevði verið nakar fyrimunur.

– Í fyrra lagi hevði verið sera kostnaðarmikið at lagt fíggingina um. Í øðrum lagi er sera ivasamt, um felagið hevði fingið fígging við eini afturgjaldstíð upp á 30 ella 40 ár, og hvør rentan á fíggingini hevði verið.

– Í øllum førum er greitt, at rentan á láninum hevði verið munandi hægri, um afturgjaldstíðin var 30 ella 40 ár. Tað er heldur ikki óhugsandi, at lánveitarar høvdu mist álitið á landskassanum, um landið – áðrenn verkætlanin er liðug – hevði roynt at lagt fíggingina um til longri afturgjaldstíð.

Verkætlanin er nevniliga ikki liðug enn, og tískil er framvegis ein byggiváði knýttur at verkætlanini, í øllum førum til Sandoyartunnilin er liðugt sprongdur ígjøgnum, sigur Jørgen Niclasen.

Vit hava meiri um eina løtu.