Meistari
Tað eru annars tvey ár síðani, at Ingi Rasmussen boðaði frá, at nú gavst hann við fótbóltinum í fremstu føroysku røðini, men kortini hevur hann nakrar ferðirnar verið á vøllinum síðani hetta.
Fyrst var tað í vánaliga árinum í fjør, at boð vóru eftir honum, soleiðis at hann aftur var í fremstu røð, og tó at talan ikki hevur verið um so nógvar dystir í ár, so hevur hann aftur verið har, tá tað hevur verið neyðugt, og á Tvøroyri fekk hann eisini seinasta hálva tíman á vøllinum, soleiðis at hann kundi siga at rættiliga farvæl til viðhaldsfólkini, ella var tað eisini eitt farvæl?
- Tað vil eg vóna. Sum tú sigur, so ætlaði eg at gevast fyri tveimum árum síðani, men tá tað so kortini hava verið boð eftir mær, so havi eg játtað. Nú skalt tú ongan tíð siga nakað heilt endaligt, men eg rokni við 99% vissu, at eg ikki spæli á fyrstu deild næsta ár, men hinvegin. Hava teir brúk fyri hjálp frá einum 34-35 ára gomlum manni, so kann tað vera, at eg kortini veri við.
Ongar yvirskriftir
At enda spurdu vit Inga, um tað ikki onkursvegna hevur kenst sum eitt lív í skugganum, nú hann í so nógv ár hevur leikt á besta liðnum hjá HB. Aloftast hevur tað í øllum førum verið so, at tað hava verið viðleikararir, sum hava fingið yvirskriftirnar, men hetta tykist á ongan hátt at nerva leikaran sjálvan.
- Nei. Tað havi eg ongan tíð hugsað um. Viðleikarar og venjarar hava alla tíðina verið nøgdur um mítt avrik, og tað er tað, sum telur fyri mítt viðkomandi, sigur Ingi Rasmussen at enda. Striðsmaðurin, sum loksins tykist hava leikt sín seinasta dyst á besta HB-liðnum.