Sólblómuráðgeving hjá Betri Trygging letur nú upp

- Tá ið sólblómulinjan ringir, vita vit, at vit skulu geva okkum góða tíð, tí tað kann vera trupult fyri tann, sum ringir inn.

 

Í dag letur serliga sólblómuráðgevingin hjá Betri Trygging upp.

 

- Hetta er ein tænasta fyri kundar okkara, sum hava ósjónlig brek og sum tí hava tørv á at verða møtt á ein serligan hátt. Nýggja tænastan inniber eina sólblómulinju, ein sólblómuteldupost og møguleika at bíleggja sólblómufund.

 

Tað sigur Betri Trygging í tíðindaskrivi í dag.

 

- Útlendsk tøl siga, at av teimum, sum bera brek, eru 80%, sum stríðast við eitt ósjónlig brek. Tað kann bæði vera ósjónlig kropsligt brek ella ADHD, angist, tunglyndi, demens, orðblindni, menningartarn ella annað, ið kann gera tað møtimikið at skula seta seg í samband við eitt tryggingarfelag. 

 

Men við nýggju sólblómutænastuni vil Betri Trygging møta hesum kundunum í eygnahædd.   

 

- Tá ið sólblómulinjan ringir, vita vit, at vit skulu geva okkum góða tíð, tí tað kann vera trupult fyri tann, sum ringir inn. Tá ið vit fáa ein teldupost á sólblómuadressuna, vita vit somuleiðis, at vit skulu geva okkum serligan ómak við samskiftinum.

 

Hjá Betri Trygging vísa tey á, at bíleggur onkur ein Sólblómufund, verða neyðug atlit tikin til hetta frá byrjan.

 

- Fólk við ósjónligum breki kunnu eisini koma inn á deildir okkara kring landið og biðja um eitt sólblómuband. Við tí kunnu tey gera onnur varug við, at onkur bági er, sum krevur serlig atlit.

 

##med2##

 

Hjá Betri Trygging siga tey, at um tey møta onkrum við sólblómubandinum, vita tey, at viðkomandi hevur eitt ósjónligt brek, sum hevur ávísar avbjóðingar við sær.

 

- Tað týdningarmesta er tá, at vit ikki døma og ilskast, men eru vinarlig, geva okkum góða tíð og hjálpa, um vit kunnu, siga tey hjá Betri Trygging í tíðindaskrivi í dag.

 

Lagt verður aftrat, at sólblómuráðgevingin letur upp í dag, og Sólblómulinjan hevur tlf. 348 601. Sólblómutelduposturin: solbloma(at)trygging.fo 

 

- Eisini ber til at bíleggja sólblómufund á heimasíðuni. Á www.trygging.fo ber til at lesa meira um sólblómuskipanina og ráðgevingina, sum Betri Trygging nú veitir í hesum sambandi, verður lagt aftrat í tíðindaskrivi hjá Betri Trygging í dag.