Solberg og Støre liggja stavn um stavn

Smáu flokkarnir verða avgerandi, tá stórtingsval verður í Noregi mánadagin

Stórtingsval verður í Noregi mánadagin og stórur spenningur er knýttur at, um Noreg munnu fáa nýggja stjórn ella um Erna Solberg sleppur at halda fram sum forsætismálaráðfrú.

 

Allir tríggir stóru flokkarnir, norski Javnaðarflokkurin, Høgra og Framburðsflokkurin, hava stóra afturgongd í mun til seinasta val. Arbeiderpartiet, javnaðarflokkurin í Noregi, fær 27 prosent í veljarakanningunum, í mun til 30,8 prosent á valinum seinast. Høgra fær 24,2 prosent í mun til 26,8 prosent seinast og Framburðsflokkurin fer 1,8 prosentstig aftur, úr 16,3 prosentum í 2013 til 14,5 prosent um val var í dag.

 

Hetta merkir, at tað eru smáu flokkarnir, sum fáa framgongd. Serliga Miðflokkurin ger sær dælt av hesi støðu. Um val var í dag hevði hann voksið úr 5,5 prosentum upp í 10,2 prosent. Her er tað serliga ein umstrídd kommunusamanlegging í Noregi, sum hevur givið gamla Bóndaflokkinum vind í seglini.

 

Sosialistiski Vinstraflokkurin hevur eisini framgongd, úr 4,1 prosentum til 5,9 prosent. Framgongdin hjá hesum báðum flokkunum, sum seinastu árini hava stuðlað Arbeiðaraflokkinum gera, at Jonas Gahr Støre enn hevur ein møguleika at fáa meiriluta í Stórtinginum.

 

Afturat hesum báðum kann Jonas Gahr Støre royna at heinta sær stuðul frá Umhvørvisflokkinum Tey Grønu, sum fáa 3,9 % og frá Reytt, sum fær 3,3 %. Hóast báðir flokkarnir eru undir sperrumarkinum, so er líkt til, at teir fáa nakrar beinleiðis valdar tingmenn í onkrum valdømum.  

 

Stuðulsflokkarnir hjá núverandi blá-bláu stjørnini, Vinstra og Kristiligi Fólkaflokkurin, ganga eisini aftur. KRF fer 0,9 prosentstig aftur, úr 5,6 prosentum til 4,7 prosent, meðan Vinstra fer úr 5,2 prosentum niður í 4,4 prosent.

 

Tveir flokkar liggja beint um sperrumarkið og júst hvørja undirtøku teir báðir fáa, kann fáa avgerandi ávirkan á hvør vinnur valið. Um úrslitið verður sum skrivað omanfyri, so fær blái blokkurin 87 stórtingslimir av 169, og tí meiriluta. Men skuldi Vinstra dottið undir sperrumarkið, sum onkrar kanningar vísa, missir blái blokkurin meirilutan.

 

Trupulleikin hjá Ernu Solberg er, at bæði Vinstra og KRF hava boðað frá, at tey stuðlað ikki eini stjórn, sum FRP er í. Tí er ikki líkt til, at hon megnar at mynda eina meirilutastjórn. So er spurningurin, um hon fær FRP at verða stuðulsflokkurin hjá eini mið-høgra stjórn, har FRP ikki sleppur upp í part.

 

Javnaðarflokkurin sær út til at fáa sítt ringasta val síðani 2001. Teirra bjarging liggur fyrst og fremst í góða úrslitinum hjá Miðflokkinum. Samstundis verður Jonas Gahr Støre noyddur at fríggja til Umhvørvisflokkin, sum í løtuni liggur beint undir sperrumarkinum, og til Reytt, kommunistiska flokkin, sum ikki hevur havt umboð á Stórtinginum síðani 1996. Skuldu Tey Grønu megnað at klatra upp um sperrimarkið verður lættari hjá Jonas Gahr Støre at vinna valdið, men samstundis má hann nokk lata meiri til ein Umhvørvisflokk í lyklastøðu. Ella kann tað hugsast, at hann megnar at lokka KRF yvir um miðjuna?