Solberg Christiansen in memoriam

f. 7. des. 1919 – d. 2. apr. 2008

Vit eiga í landinum livandi varðar,

sum vísa um víddir, hvar gøtan er greið,

um grýtut er gjótan, um stíggjur hann snarar,

teir lýsa í lendi, hvar laglig er leið.

---

Í Solberg vit áttu ein tílíkan varða,

sum serstakur var okkum øllum í bý,

sum fram um so mangan í vit mundi skara,

um lív hans “bert” fevndi um nærleið og líð.


Hann var í so mongum ein viti á vegi,

sum lýsti oss leið á sín serliga hátt,

í vási og verki í gerandisdegi,

í søgu og skemti á kvøldi og nátt.


Tí mugu vit sanna, nú Solberg er farin,

at tómt kenst í túni á hansara stað,

nú allir teir mongu, sum mannaðu garðin

í mold hava funnið sær grøv undir flag.


Nú tøgn er í stovu, har vinafjøld møtti

at gera upp alt tað, sum rørdist í bý,

har kæti so javnan teim stundina bøtti

við speiði og spølni og smíli á snýð.


Nú, Solberg er farin, ein tíð er at enda,

har vitborin frásøgn í stovu enn gekk,

har gerandisdagurin upp kom at venda,

og hvør sína fleingju for smásinni fekk.


Við Solberg vit mist hava mannin hin vísa,

sum sjálvlærdur røkti sítt univers’tet,

ið væl mundi bygd okkar listinlært lýsa,

for dygdir og brigdir og merkilig met.


Vit ynskja tær Solberg, nú fjallboð tey komu

frá hyrðanum hægsta til ovasta fjall,

at skurðin so góðan í haga tit nomu,

at sælur tú náddi tín himmalska stall.

----

Eg takki tær frændi for ferðalag,

har vit saman um fjøll hava stigið

á sumri og vetri so mangan dag:

“Mín vinur nú hvíl í Guds friði”.

pmp