Solbakken helst til Týsklands

Ætlanin var, at norski venjarin hjá FC København, Ståle Solbakken, skuldi taka við sum norskur landsliðsvenjari næsta ár, men nú bendir okkurt á, at tað verður ikki so. Teir seinastu dagarnar hava leysasøgur gingið um, at Ståle Solbakken er í samráðingum við týska felagið FC Köln, og nú ljóðar, at úrslitið av samráðingunum verður almannakunngjørt í dag ella í morgin.

 

Sjálvur vil Solbakken einki siga, og tað vil norska fótbóltssambandið heldur ikki. Leiðslan í FC Köln sigur seg heldur ikki hava nakra viðmerking.

 

Fyrrverandi norski landsliðsspælarin Rune Bratseth, sum spældi við Werder Bremen eitt tíðarskeið, sigur, at FC Köln er júst tað rætta felagið fyri landsmannin.

 

Millum spælararnar, sum komandi FC Köln-venjarin skal venja, er týski landsliðsspælarin Lukas Podolski.