Solbakken gevur teimum ungu kjansin

Norski venjarin hjá FC Keypmannahavn, Ståle Solbakken, ætlar at geva fleiri av teimum ungu spælarunum í felagnum meira spælitíð, hóast felagið júst hevur keypt stjørnuspælarar sum Fredrik Berglund og Jesper Grønkjær.
- Fleiri av teimum ungu spælarunum koma at spæla meira í næsta kappingarárið. Millum annað hevur William Kvist spælt væl í venjingardystunum í summar, sigur Ståle Solbakken við TV3.Hann hevur ikki enn lagt seg fastan á eina uppstilling, sum hann ætlar at brúka næsta kappingarár, og hann heldur, at uppstillingin hjá liðnum fer at broytast ofta.