Sólarklárt til sólarmyrking í morgin

Sambært norska verðurstovninum, Meteorologisk Institut, yr.no, so verður sólarklárt veður í Føroyu í morgin millum klokkan 9 og 11

Sambært norska verðurstovninum, Meteorologisk Institut, yr.no, so verður sólarklárt veður í Føroyu í morgin millum klokkan 9 og 11.

 

Men tann forsøgnin sampakkar ikki við forsøgnina hjá danska Meteologisk Institut – og heldur ikki forsøgnini hjá Hanusi Kjølbro, sjómansskúlalærara, í Kringvarpinum í morgun. Sambært Hanusi Kjølbro, so verður brúgvalagið beint oman fyri okkum hetta týdningarmikla tíðarskeiðið í morgin, tá sólarmyrkingin verður.

 

Veður má sær ráða, sigur orðatakið. Vit kunnu so ikki gera annað enn vóna – og vóna at norðmenn duga betur at meta um veðrið í Føroyum enn danir.

 

Norska veðurforsøgini sæst VIÐ AT TRÝSTA HER