Solarium til fyrstu viðgerð týsdagin

Uppskot um at seta forboð móti solarium sólum í Føroym fer til fyrstu viðgerð týsdagin.

21. januar bar Heilsumálaráðharrin, Karsten Hansen, uppskot í Løgtingið um at seta forboð fyri at selja børnum og ungum undir 18 ár solariumtíð. Nú eru viðmerkingar og hoyringar farnar fram, og málið kemur til fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin.

 

Uppskotið ásetir, at tað ikki skal vera loyvt hjá svimjihøllum og øðrum almennum stovnum at selja ungum undir 18 ár, tíð undir solariumsólini. Er ivi um aldurin, skulu tey ungu vísa samleikaprógv, og ábyrgdin kemur at liggja á teimum, sum hava og reka solarium høli, at halda lógina.

 

Lógin fevnir tó ikki um solariumnýtslu heima við hús til privata nýtslu, men bert solariumsól, við komersiellum endamálið. 

 

Í uppskotinum, verður víst á, at solariumnýtsla elvir til krabbamein, tí strálurnar verða flokkaðar í hægsta vandabólk yvir evnir, sum eru krabbameinselvandi fyri menniskju. Samstundis hava fleiri onnur lond longu samtykt at gera tað ólóligt at selja børnum og ungum undir 18 ár tíð ísolarium.

 

Lóggávan skal sostatt minka um móðurmerkja- og húðkrabbamein, sum sólarljós og solariumsól eru vanligastu orsøkirnar til. Ein kanning vísir, at hjá teimum, sum brúka solarium áðrenn tey eru 35 ár, veksur vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabbamein, heili 75 prosent.