Sól og summar og upp í 15 stig í dag

Sagt verður frá góðum veðri í dag

Veðurstovan skrivar, at eitt hátrýst, 1020 hPa, sunnan fyri Ísland gongur spakuliga eystureftir. Eitt veikt luftrák er vestaneftir í dag.

 

Sambært forsøgnini, sum er galdandi til á middegi týsdagin, skrivar Veðurstova:

 

Lítið lot, mest vestaneftir, turt og klárt við sól. Í kvøld og í nátt lítið lot av ymsum ættum, klárt ella smáskýggjað. Hitin millum 10 og 15 stig.