Tippeliga
Í morgin fer Sogndal fyri fyrstu ferð í ár at royna seg á heimavølli í landskappingini. Sunnudagin tapti føroyska felagið 3?0 í fyrsta umfarinum, og fjølmiðlarnir vóru eirindarleysir í sínum metingum av avrikinum. Tað verður longu tosað um, at Sogndal var so mikið trilvandi, at teir eru besta boðið upp á annað niðurflytingarplássið.
Í morgin kemur Lyn á vitjan, og tað verður ivaleysa torført hjá Juliani Johnsson, Kurt Mørkøre og hinum í Sogndal. Tað verður neyðugt at vinna stigini á heimavølli. Annan sunnudag verður tað neyvan lættari, enn tað verður í morgin, tí tá skal Sogndal spæla á útivølli ímóti Lillestrøm.
Í Sogndal vísa teir á, at nervarnir spældu teimum eitt puss síðsta sunnudag. Teir rokna við og vóna, at tað verður frægari hesa ferð. Dysturin síðsta sunnudag var tann fyrsti í bestu norsku deildini hjá átta spælarum, og tað sást aftur. Tommy Øren, sum er norskur U?21 landsliðsmaður, verður hildin at vera týdningarmiklasti spælarin hjá Sogndal. Síðsta sunnudag var hann sjúkur, men nú er hann tøkur aftur.
Norsku fjølmiðlarnir hildu ikki nógv um avrikini hjá føroysku landsliðsmonnunum. Julian Johnsson og Kurt Mørkøre fingu eitt tvey tal í part. Eingin fekk lægri karakter enn teir báðir. Julian spældi bara í 1. hálvleiki, og Kurt varð skiftur út, tá tað restaðu sjey minuttir.
Tá vit fregnaðust var tað ikki greitt, um teir báðir føroysku spælararnir fóru at fáa møguleikan aftur í morgin, men tað fara vit at frætta meiri um í týsdagsblaðnum.










