Tað var sera strevið, men tað eydnaðist. Sogndal hevði trý stig til hús aftur við sær, tá teir sunnukvøldið høvdu verið og vitjað Byåsen. Tað er altíð kærkomið at vinna á útivølli, men hesa ferð var sigurin serliga søtur. Sogndal vann 26. juli 6?1 á Byåsen á útivølli, men ta ferðina vóru stigini tikin frá teimum, og Byåsen vann øll stigini við málmuninum 0?0. 84 áskoðarar vóru til dystin, og 50 teirra høvdu ferðast úr Sogndal fyri at hyggja at.
Hesa ferð var tað nógv strævnari hjá Sogndal at vinna. Julian Johnsson og Hans Fróði Hansen vóru báðir leikbannaðir, meðan Kurt Mørkøre var í álopinum alla tíðina. Hann fekk eitt gult kort. Talan var um fjórða gula kortið í hesum kappingarárinum.
Sogndal fekk sigursmálið, tá tað restaðu tíggju minuttir. Málskjútti var Dag Christian Sørum, sum er liðformaður hjá Sogndal. Hann hevur áður spælt í Byåsen. Uppleggið til málið stóð Tommy Øren, álopsfelagin hjá Kurt Mørkøre, fyri. Hann sendi innfyri úr vinstru.
Sogndal spældi væl í 1. hálvleik. Tá høvdu teir fýra stórar møguleikar, men teir fingu ikki mál.
Í 2. hálvleiki vóru teir meiri kroystir. Byåsen hevði onkrar heilt góðar royndir, men Sogndal málverjin, Terje Skjeldestad, vardi væl fyri. Aftaná varð hann kosin besti maður á vøllinum.
Kurt Mørkøre var við í nógvum. Hann spældi fleiri ferðir liðfelagarnar leysar til royndir móti málinum, og onkra ferðina var hann sjálvur framvið. T. d. hevði hann onkran stútara, sum fór tætt framvið, og so hevði hann eitt gott langskot úr 20 metrum, sum streyk framvið málinum.
Men tað týdningarmesta var, at Sogndal megnaði at vinna, sjálvt um Hans Fróði Hansen og Julian Johnsson ikki vóru við. Nú fara føroyingarnir at hugsa um landsliðsfótbólt. Sogndal hevur frí frá landskappingini til 10. september. Tá fara teir undir endaspurtin. Fyribils sær tað út til, at tað fer at enda við endadystum um eitt pláss í bestu deildini. Men møguleikin fyri næstfremsta plássinum og harvið beinleiðis uppflyting er avgjørt ikki burtur.