Sogndal misti trý stig á skrivaraborðinum

Páll Guðlaugsson er aftur á Ólafsfirði, har hann skal hjálap Jens Martini at sleppa undan niðurflyting

Føroysku útisetarnir, sum í vikuni hava verið heima og spælt landsdyst ímóti Danmark, skulu allir í eldin í vikuskiftinum.

Teir tríggir í Sogndal skulu seinnapartin í morgin spæla ímóti fyrrverandi felagnum hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger. Í gjár var tað lítið hugaligt hjá Kurt, Hans Fróða, Juliani og hinum í Sogndal at frætta, at kappingin við Kongsvinger um triðja plássið er vorðin uppaftur meiri spennandi, enn hon var frammanundan. Dómsnevndin í norska fótbóltssambandinum gjørdi í gjár av, at Sogndal skal missa stigini, sum teir fingu, tá teir vunnu 6?1 ímóti Byåsen. Byåsen hevur kært um dystin, og nú hava teir vunnið stigini.

Orsøkin til kæruna var, at ein av spælarunum hjá Sogndal, unglingalandsliðsspælarin Alexander Ødegaard, sum kom inn í 2. hálvleiki, ikki hevði spæliloyvi.

Byåsen kærdi fyrst til kappingarnevndini, sum avvísti kæruni, men tað hjálpti at skjóta málið inn fyri hægri rætt.


Páll aftur í Leiftri

Páll Guðlaugsson gekk ikki leingi arbeiðsleysur í Íslandi, eftir at samstarvið millum hann og Keflavík helt uppat. Í gjár var greitt, at hann nú er vorðin hjálparvenjari hjá Jens Martini Knudsen í Leiftri. Páll Guðlaugsson var venjari á Ólafsfirði í fjør og í fyrraárið. Tá rakk Leiftur bestu úrslitunum, sum teir nakrantíð hava havt.

Fyrsti dysturin hjá Leiftri við Pálli Guðlaugsson á beinkinum, Jens Martini Knudsen í málinum og Sámali Joensen, Jens Erik Rasmussen og John Petersen úti á vøllinum verður ímóti ÍBV í morgin.


Jákup í dag

Seinnapartin í dag skulu Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge spæla á útivølli ímóti Brøndby. Dysturin er framskundaður, tí Brøndby týskvøldið skal spæla í Europa Cup í Hamburg.

AGF tekur í morgin ímóti AB. Henda uppgerðin verður roknað sum ein tann mest spennandi í Danmark í hesum umfarinum. Í gjár var ikki greitt, um Óli Johannesen við avrikinum á landsliðnum ímóti Danmark mikukvøldið hevur sannført venjaran hjá AGF um, at hann eigur pláss í AGF hópinum.

Todi Jónsson og hinir í FCK bíða inntil mánakvøldið. Tá skulu teir í dysti, sum verður vístur á TV3+ rásini, spæla á útivølli ímóti FC Midtjylland.