Sogndal hongur uppií

Hvørgin føroyski spælarin var við, tá Sogndal spældi seg víðari í steypakappingini. Stóru umrøðuna mikukvøldið fekk Rosenborg, sum datt burturúr steypakappingini

 

Noreg


Tað er stórur munur á, hvussu føroyski dámurin er í Sogndal nú og tí, sum hann var fyri einum ári síðani. Tá vóru for glatt vekk tríggir føroyskir spælarar á liðnum. Nú er tað meiri regulin enn undantakið, at eingin føroyskur spælari er ímillum teir fyrstu ellivu.

Mikukvøldið var triðja umfarið í norsku steypakappingini á skránni. Sogndal var á útivølli ímóti Løv Ham úr næstbestu deildini, og tað gekk upp á stás. Sogndal var frammanfyri 1?0 í steðginum, og í 2. hálvleiki øktu teir tvær ferðir, áðrenn mótstøðuliðið í síðsta minutti slapp at pynta um úrslitið. Málini hjá Sogndal skoraðu Runa Bolseth upp á brotsspark í 42. minutti, Sindre Elstad í 50. minutti og Mons Iver Mjelde í 77. minutti.

Julian Johnsson hevur pakkað saman í Sogndal og er á veg til Hull, har teir so smátt eru farnir at fyrireika seg til nýggja kappingarárið, og Kurt Mørkøre var ikki ímillum teir fyrstu ellivu, og hann varð heldur ikki skiftur inn.


Rosenborg koppaði

Stóra samrøðuevnið í norska fótbóltsheiminum mikukvøldið var, at stórfelagið fram um øll onnur í Norðurlondum tey seinastu nógvu árini, Rosenborg úr Tróndheimi, ikki megnaði at spæla seg víðari í steypakappingini. Teir vóru á útivølli ímóti Hødd úr næstbestu deildini. Á Høddvollen sóu púra villu áskoðararnir, at teirra lið, sum hevði alt at vinna og einki at tapa, sigraði á Rosenborg, sum hevði alt at tapa og so at siga einki at vinna.

Talan var um bæði longda leiktíð og brotssparkskapping. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2?2. Í yvirtíðini kom einki mál, og so varð alt avgjørt í brotssparkskapping. Endaliga úrslitið var 6?3 til heimaliðið.