Sogndal fyrsta sigurin

Jákup Mikkelsen var mánakvøldið við næstbesta liðnum í Molde á Bislett í Oslo

NOREG

2. hvítusunnudagur var næstan hjá øllum í tippuliguni í Noregi frídagur. Bara ein dystur var á skranni. Tað var útsetti heimadysturin hjá Sogndal, sum hevði vitjan av Bryne.
Higartil hevur gingið illa hjá gamla føroyska felagnum, men hesa ferð eydnaðist. Sogndal vann 3?2, men tað sá leingi einki út. Bryne fekk hol á í síðsta minuttinum undan steðginum, tá teir komu sær í kontraálop. Eftir stegðin kom Sogndal upp á javnleik, og teir løgdu seg eisini á odda 2?1. Málini komu í 53. og 56. minuttunum.
Tíggju minuttir seinni javnaði Bryne enn eina ferð, og so sá tað út sum um, at Sogndal enn eina ferð skuldi fara av vøllinum uttan at hava vunnið. Men fýra minuttir undan leikloki eydnaðist tað Sogndal at senda bóltin í málið aftanfyri Knut Lillebakk, málverjan, sum Bryne hevur leigað úr felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde.

Í høvuðsstaðnum
Hjá Jákupi Mikkelsen er fótbóltslívið í Noregi einki hugaligt í hesum døgum. Hann er á beinkinum hvørja ferð besta liðið spælir, og so ferðast hann runt stóra Noregi við næstbesta liðnum.
2. hvítusunnukvøld vóru hann og liðfelagarnir á Molde liðnum í 2. deild í Oslo. Har spældu teir ímóti Frig, ið er eitt av feløgunum, sum hevur heimavøll á Bislett. Hetta navnið komast fleiri ivaleyst við í sambandi við frælsar ítróttar kappingar.
Jákup megnaði sína uppgávu til fulnar. Molde vann 2?0. Tað var eisini støðan í steðginum. Men tað er neyvan ein tílíkan dyst, at ein málverji, sum hevur roynt at verða danskur meistari, og sum hevur vart føroyska málið ímóti nógvum heimsstjørnum, fer at minnast.