Sofus sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík

Fríggjadagin letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, har Sofus Poulsen fer at sýna fram málningar.

Fríggjadagin letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, har Sofus Poulsen fer at sýna fram málningar.

 

– Talan er um málningar av menniskjum, sum eru eitt sindur franskt-impressiónistiskt inspirerað, sigur Sofus Poulsen.

 

Hann hevur verið í Danmark seinasta hálvtannað árið.

 

– Eg havi upplivað danska summarið og danska cafélívið, har fólk kunnu sita uttanfyri í góða veðrinum undir einum træ og njóta eitt glas av víni.

 

Danska romantiska periodan fyllir helmingin av framsýningini, meðan hin helvtin eru náttúrumyndir, veðurlag, bygdir og fosturlandskensla.

 

Sofus hevur verið við í fastari sensuraðari framsýning í Brønderslev, har bert innboðin listarfólk eru við. Hann er eisini í trimum øðrum gallaríum í Jyllandi.

 

– Eg veri eisini við á nøkrum ørðum framsýningum í Danmark í næstum. Men tann fasta framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík eina ferð um árið hevur stóran týdning fer meg og fyri mín heimlongsul, sigur Sofus Poulsen.

 

Framsýningin hjá Sofusi Poulsen letur upp fríggjadagin, og hon er opin til og við týsdagin, allar dagarnar frá klokkan 15 til 18.