Hósdagin 8. november letur ein málningaframsýning hjá Sofusi Poulsen upp í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði.
Ferniseringin verður kl. 15, har Helgi Midjord stendur fyri tónleikinum.
Á framsýningini eru millum 15 og 20 spildurnýggir málningar, sum bera brá av listafólkunum Ruth Smith og Jóannesi Christiansen, og líkjast tí sum Ingálvur av Reyni málaði í 60-unum.
Hetta er fyrstu ferð at Sofus sýnir fram í Gallarí Ribarhús. Framsýningin er eisini tann fyrsta í eini røð av framsýningum í Føroyum og í Íslandi, har ein framsýning eftir ætlan verður næsta ár.
Framsýninginum hjá Sofusi heldur fram til 28. november. Opið er vanligar dagar, tá handilin í Ribarhúsi er opin, umframt sunnudagar frá kl. 15 til 18.










