Í dag klokkan 16 verða Sofus Olsen og Leila Solmunde heiðrað í Miðlahúsinum í Vágsbotni sum ársins maður og ársins kvinna í Føroyum í 2005. Eftir uppskotum frá lesarum hjá Sosialinum hevur ein dómsnevnd gjørt av at velja út hesi bæði sum ársins mann og kvinnu í Føroyum í 2005. Tiltakið er alment og vera umboð fyri landsstýrið og Tórshavnar kommunu til staðar, tá handanin fer fram.
Sum grundgeving fyri at velja Sofus Olsen og Leilu Solmunde sum ársins mann og kvinnu sigur dómsnevndin:
Ársins maður í Føroyum 2005
Sofus Olsen fær heiðurin Ársins maður 2005 fyri sítt slóðbrótandi arbeiði til frama fyri listina og heimbygd sína. Hann hevur við Sands Listasavni á ein ótrúliga ósjálvsøknan hátt givið ikki einans bygdafólkum sínum men øllum føroyingum eina gávu, ið bæði núverandi og komandi ættarlið fáa gleði av.
Ársins kvinna í Føroyum 2005
Leila Solmunde fær heiðurin Àrsins kvinna 2005 fyri sítt slóðbrótandi arbeiði sum formaður í MBF, Meginfelag teirra Brekaðu. Við ágrýtni, dirvi og skilagóðum og vælgrundaðum átøkum hevur hon megnað á ein sera jaligan hátt at seta fokus á viðurskiftini hjá m.a. rørslutarnaðum í Føroyum. Virksemi hennara hevur økt um vitan og fatan almenningsins um hetta álvarsama mál, ið viðkemur øllum føroyingum.