Tað vignaðist einki serligt hjá føroysku feløgunum, sum hesa vikuna hava spælt fótbólt í Eystureuropa. EB/Streymur tapti týsdagin 6-1 í Georgia, og ígjárkvøldið tapti Víkingur 3-0 í Rumenia. Í næstu viku fáa føroysku liðini vitjan. Týskvøldið skal EB/Streymur spæla á Tórsvølli ímóti Dinamo Tbilsi, og hóskvøldið skal Víkingur spæla á Svangaskarði ímóti Petrolul.
Hóast vánirnar ikki eru nakað serligar fyri, at tað skal eydnast at vinna so sannførandi sigrar á heimavølli, at tað fer at eydnast føroysku feløgunum at spæla seg í triðja umfarið, so siga ásetingarnar hjá UEFA, at umboð fyri øll feløgini, sum framvegis hava møguleika at vinna seg í triðja innleiðandi umfarið, skulu vera hjástødd, tá ið lutur verður drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum.
Sofus D. Johannesen úr EB/Streymi er farin niður til Schweiz, og hann verður hjástaddur, tá ið lutakastið verður seinnapartin í dag í UEFA høvuðssætinum í Nyon. Umframt at umboða sítt felag, so hevur hann eisini átikið sær at umboða Víking.










