Softice hólmgonga

Har standa tey so, ungfólkini, frammanfyri hvør sína italska Carpigiani ískrem-maskinu og spyrja teg í góðveðrinum um tú skalt hava ein stóran ella ein lítlan og um tú ynskir dryss á og mínsann eisini hvat slag av dryss tú ynskir. Og skal vaflan vera bleyt ella hørð?

Eru vit heit, er ein softísur leskiligur. Tað er ikki so nógv lætti smakkurin av mjólk og vanilju vit frøðast um, men heldur fantastiska silkimjúka og kølanda kenslan, tá ið vit seta tunguna á og sleikja sum annar kálvur.

Softice ella ískrem er nakað tað sama sum vanligur ísur. Tó er talan um liðug vøra sum skal brúkast í heilt serligari maskinu. Tað sum maskinan ger er altavgerandi fyri úslitið. Og tað er heil vísindi at fáa samansetingina í ísblandinum at hóska saman við innstillingunum á Carpigiani-maskinuni. Maskinan skal køla skjótt og spræna nógva luft í blandingina at fáa fram rætta lætta silkimjúka kremið uttan at ísurin bráðnar ov skjótt.

Eg setti teimum báðum Magn við Ringvegin í Havn og Kiosk Activ við Jónas Broncksgøtu í Havn stevnu. Bæði nýta tey italsku softice-maskinuna frá Carpigiani, men har Magn nýtir innflutta ísblandingina frá Diplom-Is brúkar Kiosk Activ føroysku ísblandingina frá MBM.

Fryntligu ungfólkini á Magn og í Activ dugdu bæði sítt kram við maskinuna. Konsistensurin kom út sum hann skuldi, men tey hjá Activ høvdu kortini skutin frammanfyri. Eitt litíð vet mjúkari ísur, og serliga var smakkurin í ísblandingina frá MBM betur enn tann hjá Diplom-Is.

Skoðsmálini eru latin í mun til konsistensi og smakk.


Softice frá Magn, kr. 20 (stórur)

Góður kremutur konsistensur, tó eitt vet ov ’tungur’. Smakkurin av mjólk og vanilju frá Diplom-Is blandingini heilt góður.

4 stjørnur ****


Softice frá Kiosk Activ, kr. 14 (stórur)

Konsistensurin silkimjúkur og júst sum hann eigur at vera. Sera góður mjólka/vanilju-smakkur frá MBM-ísblandingini.

5 stjørnur *****