Sofia Loren hevur játtað at spæla við í einum filmi, sum skal takast upp í New York næsta ár. Leikstjóri er amerikanarin Rob Marshall.
Filmurin hevur fingið heitið "Níggju", og hugskotið stavar frá tí kenda filminum "8 1/2", sum Federico Fellini gjørdi í 1963.
Tann 73 ára gamla Sofia Loren sigur við italska blaðið Il Messagero, at hóast hon er komin eitt sindur upp í árini, so merkir tað ikki leiklutin, sum hon hevur fingið.
- Eg skal bæði syngja og dansa, sigur hon við blaðið.










