Psykatriskur økisdepil
Tað kemur fullkomiliga óvart á Soffi Egholm, at ætlanin nú er at byggja ein psykiatriskan økisdepil í Suðuroy.
Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, at bæði landsstýrið og samgongan hava tikið undir við eini ætlan hjá honum um at byggja ein psykiatriskan økisdepil í Suðuroy
Og hann sigur, at depilin skal byggjast í tilknýti til ætlaða ellis-og røktarheimið í Vági.
Tað ger forkvinnuna í Sinnisbata púra forfarda.
Soffi Egholm sigur, at hetta er heilt langt úti og hon skilir púra onki.
Hon sigur, at hon situr í eini bygginevnd, sum skuldi vera við í viðgerðini av hesum máli, men hon er ikki innkallað í hesum sambandi og tí veit hon onki um ætlanina.
Hon sigur kortini, at hon hevði hoyrt eitt graml um hetta, men at hon hevur spurt hans Paula Strøm, men hann avsannaði tað.
Tí kemur tað heilt óvart á hana, at landsstýrið setir eitt slíkt tiltak í verk uttanum yvirhøvur at spyrja tey, sum skulu brúka hesa tænastuna.
-Tað er átaluvert, leggur hon afturat.
Hon vísir á, at tað ljóðar bæði undarligt og sum at blandingur er komin í, tá ið Hans Pauli Strøm sigur, at endamálið við deplinum er at samskipa bæði sosialpsykiatrisk bústaðar- og virknistilboð og økispsykiatriskar fyribyrgjandi og eftirviðgerandi tænastur fyri sinnisveik.
- Sosialpsykiatri er til tey, sum eru útskrivað av sjúkrahúsið, men sum hava brúk fyri stuðuli og eftirlitið. Men økispsykiatri er fyri fólk, sum eru verða brádliga sálarliga sjúk og sum hava brúk fyri eini sjúkrasong, har tey kunnu fáa heilivág. Hetta eru fólk, sum hava brúk fyri sjúkrahúsi, sum kann taka blóðroyndir og annað. Endamálið við tí er, at fólk, sum verða sálarliga sjúk, kunnu koma í skjóta viðgerð, so at tey koma skjótari fyri seg aftur.
- Eg dugi slett ikki at hugsa mær, at ætlanin er at leggja eina slíka tænastu upp at einum ellis- og røktarheimi. Tað besta er tvørturímóti, at ein slík tænasta er tætt við eitt sjúkrahús.
- Tað, sum ætlanin nú er at gera, er ikki eitt kvalifiserað tilboð til tey fólkini, sum hava brúk fyri hesi tænastuni, sigur Soffi Egholm. Og eg skilji ikki, at landsins myndugleikar vilja gera slíkt ímóti einum bólki í samfelagnum, sum er rættiliga veikur.
- Tað er syndarligt at leggja slíkt upp at einum ellis- og røktarheimi, leggur forkvinnan í sinnisbata afturat.