Soffi Egholm misskilt okkurt grundleggjandi

Tað er tann politiski myndugleikin, sum tekur avgerðina, men fyri tað hevur Sinnisbati ein týðandi leiklut, sigur Hans Pauli Strøm

Psykiatriskur økisdepil
 

- Soffi Egholm má hava misskilt okkurt grundleggjandi.
Tað er svarið frá hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum, til atfinningarnar frá forkvinnuni í Sinnisbara til ætlanina at byggja økispsykiatriskan økisdepil í Vági.
Hann staðfestir, at tað er altíð politiski myndugleikin, altso landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, sum taka tað politisku og fyrisitingarligu avgerðina, grundað á eitt fakligt tilmæli frá psykiatriska sakkunnleikanum, um í hesum føri er leiðslan fyri psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, umframt deildin fyri sinnisveik í heimarøktini og serforsorgin.
- Sinnisbti er ikki ein partur í politiska myndugleikanum, ella í teirri fakligu fyrisitingini og tí er Sinnisbati heldur ikki avgerðarmyndugleiki.
- Sinnisbati er eitt áhugafelag. Men tí er tað sjálvandi týdningarmikið, at felagið er við í arbeiðnum at útgreina ætlanina og at leggja hana ítøkiliga til rættis. Men tað er altíð tann politiski myndugleikin, sum hevur avgerðina, slær hann fast.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, sigur, at tað, sum ætlanin er at gera í Vági er beinleiðis eftir tilmæli frá hægsta psykiatriska serkunnleikanum, eitt nú psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, deildini fyri sinnisveik og leiðsluni fyri økisterapiini.
Hans Pauli Strøm sigur, at tað er ikki fyrrenn nú at tann politiska og fyrisitingarliga avgerðin er tikin, at Sinnisbati kemur inn í myndina, tí nú skal ætlanin útgreinast og ítøkiliggerast og nú skal stovnurin innrættast, so at vit fáa greiði á, hvørji rúm skulu vera í honum, hvussu tey skulu síggja út, hvørjir hentleikar skulu vera o.s.fr.
- Til at  gera hetta arbeiðið, fari eg nú at innkalla eina bygginevnd, sum eisini er sett at fyrireika ein annan psykiatriskan stovn í Suðurstreymoy.
Í hesi bygginevndini eru umboð fyri Sinnisbata, psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, deildina fyri sinnisveik, almanna- og heilsumálaráðið og Landsverk.
Hans Pauli Strøm sigur, at tað er í hesi bygginevndini, at Sinnisbati fær gjørt sína ávirkan galdandi.
- Og tað er tann rætta mannagongdin, leggur hann afturat.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, sigur, at tað, sum ætlanin er at gera í Vági er beinleiðis eftir tilmæli frá hægsta psykiatriska serkunnleikanum, eitt nú psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum og deildini fyri sinnisveik.
- Hetta er nakað nýtt í Føroyum og sostatt nýskapandi. Tí kann talan verða um, at hetta fer at vera brúkt sum fyrimynd fyri líknandi stovnar aðrastaðni í landinum 
Men hann leggur dent á, at hóast stovnarnir verða bygdir saman, er talan um tveir stovnar, eitt røktarheim og ein økisdepil fyri psykiatri.

Tilmæli um psykiatriskan økisdepil í Suðuroy
 Hetta er tilmælið, sum avgerðin um økisdepil byggir á. Tað er soljóðandi
 
Viðvíkjandi sosialpsykiatriskum bústaðar- og virknishúsi í Vági
 
Undirritaðu hava, eftir áheitan landsstýrismansins, viðgjørt ætlanina um at byggja sosialpsykiatriska eind í tilknýti til ætlaða røktarheimið í Vági.
 
Vit halda at styrkin við ætlanini liggur í, at tað við hesi nýbyggjan verður bygt beinleiðis til endamálið. Hetta gevur sera góðar møguleikar til at samskipa ymisk sosialpsykiatrisk og økispsykiatrisk tilboð.
 
Møguleiki verður at byggja sosialpsykiatriskar búeindir og virknistilboð saman, og at hetta soleiðis kann verða ein sosialpsykiatriskur depil úti í økinum, og meta vit hetta vera eina gongda leið.
 
Út frá teimum metingum, sum eru gjørdar av tørvinum, bæði av økispsykiatriskari tænastu og sosialpsykiatriskum bústaðum, vilja vit mæla til, at gjørdir verða 8 sosialpsykiatriskir bústaðir og 2 umlættingarpláss á staðnum. Harumframt er sera umráðandi at hava rúm fyri virknistilboðum, bæði til búfólkini, men eisini til onnur sálarsjúk, sum búgva í Suðuroynni. Sera umráðandi er eisini, at hetta kann gerast ein miðstøð hjá stuðulsskipanini fyri sinnisveik og ein samskipandi eind av teimum tilboðum, sum eru til sálarsjúk í økinum.
 
Vit hava eisini umrøtt viðurskiftini við at byggja aftrat einum røktarheimi, sum serliga rúmar eldri fólki. Vit meta fyrimunirnar við sambyggingini vera størri enn vansarnar.
 
Sostatt fara vit at viðmæla, at arbeitt verður víðari við hesi ætlan.
 
 
Regin Johansen, virkandi stjóri í Heimarøktini og serforsorgini
Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, Psykiatriski Depilin
Tormóður Stórá, læknafakligur depilsleiðari, Psykiatriski Depilin