Sofaprát & veðurlagsverkfall í Miðnámskúlanum í Suðuroy

14.12.2018 – Tvey ár liðin síðan veðurlagsverkfall kring knøttin -14.12.2020

Øll á Miðnámsskúlanum savnaðust ársdagin fyri veðurlagsverkfallinum og hoyra Marjuna Syderbø Kjelnæsh greiða frá ungdómsbókini, Sum rótskot á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Tað var svenski skúlanæmingurin Greta Thunberg, ið skipaði fyri veðurlags-verkfalli fríggjadagar heldur enn at møta í skúla og gjørdist heimskend og bleiv skjótt kend sum ímynd í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

Lív Næs, MA í føroyskum máli og bókmentum og undirvísari í miðnámskúlanum, hevði sofaprát við rithøvundan, Marjuna Syderbø Kjelnæs. Ein lívligur blokkur áðrenn døgurða, har m.a. ungdómur og umhvørvi var á skránni.

Næmingarnir á Miðnámsskúlanum hava havt verkætlanir um Heimsmálini hjá ST. Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF hevur eisini verið á skúlanum og greitt frá, hvørji tiltøk IRF hevur valt av umhvørvistiltøkum í sambandi við Heimsmálini.

##med2##

Á myndini eru nakrir av næmingunum avmyndaðir saman við Marjuni S. Kjelnæs til eitt stutt innandura veðurlagsverkfall, har demonstrerað verður við bókini sum "skeltið".