Leygardagin 14. oktobur hava Ruth Smith savnið og Sluppsavnið opið. Opið er millum klokkan 15.00 og 17.00.
Sostatt ber til steðga á á Vágsvegi 101 í heystfrítíðini og síggja m.a. list og gamlir lutir, ið hoyra Vágssøgu til.
Ruth Smith, ið var úr Vági, er millum kendastu listafólk í Føroyum, og verður í dag mett millum fremstu koloristar í Norðurlondum.
##med2##
Gami skúlin er karmur um bæði Sluppsavnið og Ruth Smith savnið.
Meira um Ruth Smith sæst til dømis her: Ruth Smith: En af de største kunstnere inden for færøsk kunst til dato og hendes varige arv - Gestablídni (gestablidni.com)












