Søvn: Hvalastøðin við Áir er opin í summar

Leygardagin tann 18. juni lat Tjóðsavnið upp á hvalastøðini.

 

Í 1905 setti norsk-skotska fyritøkan Christian Salvesen & Co. í Leith í Skotlandi upp hvalastøðina við Áir.

 

Í dag er hvalastøðin við Áir serligur ídnaðararvur. Verkætlanin at varðveita hvalastøðina hevur verið í gongd síðan 2011. Handverkarar arbeiða á støðini, men kortini er gongt millum húsini. Tað slepst inn í flestu teirra,  í Tørkuni, Kvernuni, Pressuni, Spikkókaríinum, Kristnastovu, Ketilshúsinum, Ebenezer og í Smiðjuni.

 

Hvalastøðin lat upp 18. juni og er opin hvønn leygar-og sunnudag til og við 14. august.

 

Rundvísing verður 3 ferðir um dagin, klokkan 11, 13 og 15, skrivar Tjóðsavnið á savn.fo.