Sørvágs kommuna hevur avgjørt at keypa nýtt graslíki til fótbóltsvølliní Sørvági.
Tí beyð kommunan trimum útbjóðarum at bjóða upp á arbeiði. Vinnarin av útbjóðingini var Idé Møblar, sum hevur fingið arbeiðið at skifta út gamla vøllum og at leggja nýtt graslíki á. Tað var eisini Idé Møblarm sum lat gamla graslíkið, sum hevur ligið á vøllinum síðani 2005.
– Vøllurin í Sørvági verður av slagnum Domo Varioslide S Pro, sum er nýggjasta ættarliðið av graslíkisvøllum frá Domo, sum er størsti veitarin av graslíkisvøllum í Evropa, sigur Birgir Andreasen, stjóri í Idé Møblum, sum fegnast um, at hava fingið keypsordran frá Sørvágs kommunu.
Veitarin letur 10 ára garanti upp á graslíkið og hevur árligt eftirlit og viðlíkahald av vøllinum.
– Hetta tryggjar, at graslíkið altíð er í besta standi og hevur bestu dygdina at venja og spæla dystir á, sigur Birgir Andreasen.