Søren Pind takkar løgregluni og sjóverjuni

- Takk fyri eitt gott arbeiði uttanfyri og í Føroyum, serliga í gjár, skrivar danski løgmálaráðharrin í heilsan í dag.

Tað hevur leikað hart á løgregluni og donsku sjóverjuni síðstu dagarnar. Fyrst varð ein grind funnin í Kalsoyarfirði, har Sea Shepherd varð fyrst hjá grindini. Grindin slapp, men løgreglan handtók tveir Sea Shepherd limir.


Í gjár var aftur grindaboð, enntá tvær ferðir. Fyrst vestanfyri Mykines, har løgreglan mátti handtaka fýra persónar, tveir á landi og tveir á sjógvi, og seinni á kvøldi í Nólsoyarfirði, har ein persónur varð handtikin á sandinum.


Paul Watson hevur koyrt nógv á løgregluna og sjóverjuna. Danska stjórnin hevur eisini verið fyri atfinningum, men nú tekur ein teirra til orðanna, og rósar sjóverjuni og løgregluni.


Tað er Søren Pind, løgmálaráðharri, sum í dag hevur skrivað eina heilsan til løgregluna og sjóverjuna á Facebook.


- Ein feriuheilsan til sjóverjuna og løgregluna. Takk fyri eitt gott arbeiði uttanfyri og í Føroyum, serliga í gjár.