Sølvi verður á beinkinum

Verjan hjá Víkingi er mannað av nýggjum, nú Gunnar Vatnhamar er farin til Íslands, og Ari Olsen er skaddur

ÍF venjarin Alekandar Jovevic hevur broytt liðið í einari ódn, tá ið sammett verður við teir ellivu, ið frá fyrsta bríksli vóru á vøllinum, tá ið ÍF á heimavølli vann 2-0 ímóti AB. Ta ferðina avloysti Gundur E. Petersen beinanvegin eftir steðgin Dánjal  á Lakjuni, sum ikki var førur at fara aftur á vøllin eftir hvíldina. Í dag er Gundur E. Petersen millum teir fyrstu ellivu, meðan Dánjal á Lakjuni er á beinkinum.

 

Í vikuni fór Gunnar Vatnhamar, sum í 10 ár hevur verið fastur miðverji hjá Víkingi, av landinum. Ari Olsen, sum higartil í ár hevur verið vongverji í høgru, er skaddur, og lyklaspælarin Sølvi Vaatnhamar er ikki førur fyri at vera millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum saman við eitt nú Jákupi Johansen og Poul Kallsberg.

 

Tí hevur verið neyðugt hjá Jóhan Petur Poulsen venjara hjá Víkingi at umskipa liðið.

 

Nýggir á liðnum sammett við, tá ið Víkingur vann 7-0 á heimavølli ímóti TB, eru Signar á Brúnni, Árni Nóa Atlason og Andreas Lava Olsen. Tað sær út til, at Signar á Brúnni í dag verður vongverji í høgru, og at Arnbjørn Svensson, sum higartil í ár hevur verið miðvallari, verður í miðverjuni saman við Atla Gregersen. Í álopinum verður Andreas Lava Olsen saman við Martini Klein Joensen.

 

ÍF – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00.