Sølvi hugsar um Danmark og steypið

Í Fuglafirði droyma tey um seinnapartin at avrika, sum ÍF gjørdi í juni í fjør

Tað verður grannauppgerð í Sarpugerði seinnapartin, tá ið Víkingur fær vitjan av ÍF.

 

Dagsskráin hjá Víkingi er at vinna fulla úrtøku og harvið tryggja sær silvurkrónurnar.

 

Dagsskráin hjá ÍF er at vinna fulla úrtøku og harvið at halda tørn um møguleikan at sleppa undan niðurflyting.

 

Tá ið ÍF 17. juni í fjør var í Gøtu, fóru fuglfirðingar um Eiðið aftur við 2-1 sigri eftir rimmar avrik. Tað er um avrik av tí slagnum, at fuglfirðingar í dag droyma.

 

Hjá Víkingi er Sølvi Vatnhamar framvegis darvaður av vøddaskaðanum, sum helt honum burtur frá landsdystunum ímóti Eysturríki og Skotlandi.

 

-Nú ræður um at koma fyri seg aftur, so eg verði førur fyri at vera við í hálvfinaluni í steypakappingini ímóti B36 og vónandi í landsdystunum ímóti Danmark og Ísrael á útivølli, sigur Sølvi Vatnhamar.

 

Bárður á Reynatrøð, Ari Olsen og Finnur Justinussen eru skaddir, og saman við Sølva Vatnhamar og yngra bróðrinum Gunnari Vatnhamar hevur Atli Gregersen, hjálparvenjari hjá U-21 landsliðnum, verið burtur frá venjing, nú landsdystir hava verið á skránni.

 

Hjá ÍF eru Jens Joensen og Hans Jákup J. Lervig tøkir aftur eftir leikbann. Í dag er Ólavur Niclasen leikbannaður. Fleiri eru ivasamir – Sámal Joensen, Jens Joensen, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard og Steinbjørn Olsen.

 

Víkingur – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 15.00.