Leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar hevur longt sáttmálan við Víking. Víkingur og Sølvi hava gjørt ein 2 ára sáttmála. Sølvi tekur í løtuni útbúgving sum byggifrøðingur í Danmark og verður liðugur komandi summar. Tað viðførur at Sølvi verður nakað burtur fyrsta hálva árið av sínum sáttmálaskeiði, skirvar heimsíðan hjá Víkingi.
Hetta hevur in.fo fyrr víst á.
Sølvi hevur spælt 138 Effo-dystir, 24 steypadystir og 7 UEFA-dystir. Hann hevur skora 30 mál. Sølvi hevur verið við til at vinna allir tríggjar steypa sigrarnar fyri felagið, skrivar Víkingur á heimsíðuni hjá felagnum.
Víkingur hevur fyrr í ár víst áhuga fyri Lukasz Cieslewicz og Levi Hanssen, men teir hava báðir gjørt sáttmálar í høvðusstaðnum. Formaðurin í felagnum, Brandur Jacobsen, segði á ársveitsluni, at felagið hevur eitt mál um at røkka toppinum í føroyskum fótbólti.