Sølvi er í landsliðshýri

Landsliðsveteranurin skoraði fýra mál, tá ið Víkingur smurdi ÍF av í Fløtugerði

Tað gekk, sum tað hevur gjørt seinastu nógvu árini, tá ið Víkingur í dag vann trivaligan sigur í Fuglafirði.

 

Víkingur vann 7-1, og Sølvi Vatnhamar var heilt stóri spælarin. Hann skoraði fýra mál, og nú hevur hann skorað 12 mál og er av álvara farin at bjóða av í kappingini um at enda ovast á máltindinum.

 

Er tað tí, at landsliðsúttøka verður í morgin, at tú nú ert so væl upplagdur?

 

-Tað er altíð ein heiður at fáa landsliðsboð og at umboða Føroyar. Men í dag hugsaðu vit ikki um tað. Vit spældu væl, og tað ber sjálvsálit við sær, og tað bar aftur nógv mál við sær. Vit fluttu okkum nógv fyri hvørjum øðrum, og tað bar við sær, at vit vunnu okkum til nógvar málmøguleikar og mál, og tað er hugaligt, sigur Sølvi Vatnhamar í samrøðu við FM1.

 

Longu í sjeynda minutti var tað miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard, sum av álvara hevur vunnið pláss á liðnum, sum legði Víking á odda 1-0. Finnur Justinussen økti til 2-0, tá ið eitt korter var farið, men longu tríggjar minuttir minkaði Hans Jákup Lervig um munin til 2-1.

 

Síðstu 10 minuttirnar undan steðginum skoraði Sølvi Vatnhamar tvær ferðir, og so var spurningurin bara, hvussu stórur útisigurin fór at verða.

 

ÍF veteranarnir Dánjal á Lakjuni og Jan Ó. Ellingsgaard vórðu skiftir inn beinanvegin eftir steðgin, men tað broytti einki upp á gongdina.

 

Tveir innskiftir spælarar stóðu fyri 6-1 málinum. Uppleggið átti Ari Olsen, og málið skoraði Martin Klein Joensen, sum var heilt blankur. Hetta var áttanda málið hjá Martini Klein Joensen í ár.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Sølvi Vatnhamar hattrikkið, og tveir minuttir undan leikloki setti hann krúnuna á verkið við at skora sítt fjórða mál og við at staðfesta 7-1 sigurin.

 

Hjá ÍF var hetta ikki gott, og tað slepst ikki uttanum at hugsa, at avrikið og úrslitið leggja aftrat bálinum, sum kann føra til niðurflyting.

 

-Vit mugu allir hyggja í speglið og royna at reisa okkum. Tá ið vit høvdu minkað um munin til 2-1, kendist tað sum um, at vit høvdu fingið um endan. Men so var verjuspælið ikki nóg neyvt, og undan steðginum skoraðu teir tvey mál. Tað var 4-1, tá ið vit fóru at hvíla okkum, og vit megnaðu ikki at svara aftur sigur ÍF venjarin Alex Jovevic.