##med2##
Samrøðan kann hoyrast við at trýsta á pílin omanfyri
Sølvi Vatnhamar var millum teir ellivu, sum byrjaðu inni í Pireus, tá føroyska manslandsliðið púra óvæntað vann 1-0 á Grikkalandi. Hóast hann var 28 ára gamal tá, so var hann millum teir óroyndu á landsliðnum.
Í dag er Sølvi Vatnhamar aldursforseti á landsliðnum við sínum 35 árum. Hann heldur fyri, at dysturin í Parkini er ein tann størsti hann hevur spælt, men leirvíkingurin vil hava fleiri góðar upplivingar.
- Tað var heilt fantastiskt at spæla í Parkini. Ein tann størsta upplivingin hjá mær. Nú spæla vit mitt í november og fólk tosa um, at vit eru troyttir av fótbólti, men tá vit vunnu á Grikkalandi var tað eisini í novembur. Nú vilja vit hava fleiri góðar upplivingar, sigur Sølvi Vatnhamar.
Leirvíkingurin var í freka langnum í Parkini, har allar tær snildu dribblingarnar og avleveringarnar tóktust rigga. Onkra løtu sat 10-talið eins væl á rygginum hjá Sølva, sum hjá Michael Laudrup móti Føroyum í Parkini í 1990.
- Tú veist ikki hvussu nógvar slíkar dystir tú sleppur at spæla. Eg eri blivin 35 ár og havi onkuntíð spælt ein dyst, har eg ikki hava torað at roynt alt. Tað havi eg angra, so eg hugsaði bara hvat var tað ringasta sum kundi henda. At bólturin fór út til innkast, sigur Sølvi Vatnhamar.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá seinasta HM-undankappingardystinum á hesum sinni, tá Føroyar í annaðkvøld spæla móti Ísrael.











