Sølvi dúvar upp á serfrøðina

Hóast hann ikki kom á vøllin eftir steðgin, tá ið Víkingur leygardagin spældi í Hólmanum á Eiði, so er Sølvi Vatnhamar millum teir, ið nú fara at fyrireika seg til EM undankappingardystirnar

Håkan Ericson landsliðsvenjari hevur stevnt landsliðsspælarunum at møta klokkan 13 í dag. Tá verður farið undir seinastu fyrireikingarnar til teir tríggjar landsdystirnar, sum eru fyri framman. Teir eru allir á heimavølli.

 

Mikukvøldið verður Ísrael mótstøðuliðið, leygardagin verður Danmark mótstøðuliðið, og týskvøldið um eina stóra viku skulu Føroyar spæla á Tórsvølli ímóti Moldova.

 

Onkrir av spælarunum eru í morgun komnir úr útlandinum. Millum hesar er Viljormur Davidsen, sum í gjár var á liðnum hjá Vejle, sum tapti 4-0 á heimavølli ímóti FCK.

 

Sambært bolt.fo hevur Rógvi Baldvinsson givið avboð til landsdystirnar, tí hann er skaddur.

 

Ivi hevur verið um, hvussu tað fór at verða við Sølva Vatnhamar, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur. Sølvi var millum teir fyrstu ellivu, tá ið Víkingur leygardagin spældi 1-1 á útivølli ímóti EB/Streymi. Hann kom ikki á vøllin eftir steðgin, men sambært Sølva, so er hann á veg til Havnar at fyrireika seg til landsdystirnar:

 

-Skaðin darvaði ikki leygardagin. At eg varð skiftur út var avgerð, sum venjarin tók. Nú fara vit at fyrireika okkum til landsdystirnar, og so fáa vit at síggja. Tíbetur havi eg ikki nógvar royndir við at vera skaddur. Í landsliðshópinum eru lækni og fysioterapeutar, so eg veri í góðum hondum á serfrøðingum, sum vita nógv um skaðar, og hvussu tað skal farast fram, sigur Sølvi Vatnhamar, sum seinastu árini hevur verið fastur maður á landsliðnum, og sum í 4-0 tapinum í Skotlandi 31. mars var fyri 50. ferð á landsliðnum.