Sølutorg og atløgubrúgv Inni á Fjørð

Seinni fer kommunan at kunna nærri um nýtsluna av sølutorginum, og hetta verður, tá verkætlanin er liðug

 

Á bygdarráðsfundi í Vestmanna hin 30. oktober samtykti bygdarráðið eina umraðfesting á 250.000 krónur til sølutorg Inni á Fjørð.

 

- Ein innilokaður skúrur verður stoyptur aftrat grøna skúrinum, og verður tað  SP/F Jóni Durhuus, sum fer at gera stoypiarbeiðið.

 

Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at peningur eisini er settur av á fíggjarætlanini fyri 2025 til umvæling av gomlu betongbrúgvunum.

 

- Hesar skulu leggjast framvið skúrunum, har bátaeigarar framyvir fáa møguleika at bunkra.

 

Í løtuni verður bíðað eftir nýggjum oljutanga, sum Effo hevur bílagt. Hetta  arbeiðið verður sett í verk, so skjótt, sum gamli oljutangin kann takast burtur.

 

Seinni fer Vestmanna kommuna at kunna nærri um nýtsluna av sølutorginum, og hetta verður, tá verkætlanin er liðug.