SøluRásin fyri sekstandu ferð

Primusmotorur aftan fyri vælvitjaðu SøluRásina á Skála er Anfinn Gærdum.

Aftur í ár - og nú á sekstanda sinni - verður skipað fyri SøluRásini í Ítróttarhøllini á Skála. SøluRásin er sølustevnan, sum hevur yvirlivað flestu aðrar slíkar stevnur og er still going strong, sum vit kunnu siga.

 

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, vórðu líknandi sølustevnur hildnar ymsastaðni kring landið, men flestu av hesum eru langt síðan hildnar uppat.

 

Árliga sølustevnan í Ítróttarhøllini á Skála verður í ár hildin í døgunum 9. og 10. november, og drívmegin og primusmotorur aftan fyri hesar stevnur er Anfinn Gærdum.

 

Tað eru annars tey fýra feløgini á vestara armi á Skálafjørðinum - Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍf og Strálan - sum skipa fyri stevnuni og býta ágóðan, sum stevnan kastar av sær, ímillum sín.

 

SøluRásin í Ítróttarhøllini á Skála hevur altíð fingið góða undirtøku, og hon hevur eisini verið væl vitjað øll árini.