Fyrr í vikuni boðaði Morten Hust Petersen frá, at hann gavst sum venjari hjá Søljuni alt fyri eitt. Liðið, sum liggur greitt á aftasta plássi í Hvonndeildini, stóð tískil brádliga uttan venjara nú bara fimm dystir vóru leiktir í hesum kappingarárinum.
Men nevndin í Søljuni hevur gjørt skjótt av, tí í kvøld boðar nevndin í felagnum frá, at nýggjur venjari er settur. Talan er um roynda venjaran, Jakob Jónsson, sum seinast hevur staðið á odda fyri mansliðnum hjá KÍF. Har varð hann loystur úr starvi í mars.
Søljan, sum enn einki stig hevur fingið til høldar, spælir leygardagin á heimavølli ímóti Kyndli.










