Søkja um OyL við fyrivarni

Fundurin í ÍSF er nú liðugur, og tað stendur klárt, at Føroyar fara at søkja um at hýsa Oyggjaleikunum í 2019 - men við fyrivarni.

Fundurin í ÍSF er nú liðugur, og tað stendur klárt, at Føroyar fara at søkja um at hýsa Oyggjaleikunum í 2019 - men við fyrivarni.

 

- Fyrivarni liggur í tí, at lendisviðurskiftini í sambandi við golfvøllin á Glyvursnesi verða komin upp á pláss í seinasta lagi 31.12.2013. Og í øðrum lagi, at lendisviðurskiftini í sambandi við skjótibreytina verða fingin upp á pláss, men har hevur kommunan lovað, at tað kemur upp á pláss, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti.

 

Tað var bert tað eina málið á skránni á ÍSF fundinum í dag. Fundurin byrjaði klokkan 17, og endaði klokkan 19.15.

 

- Tað vóru trý scenario á skránni. Tað eina var als ikki at søkja, og tað var eingin, ið ikki vildi skipa fyri Oyggjaleikunum. Hin møguleikin var, at søkja, og síðani standa við ábyrgdini fyri, at noyðast at sleppa umsóknini aftur. Triði møguleikin var at søkja við fyrivarni, sigur Petur Elias Petersen.

 

Hann sigur, at kommunan hevur verið við upp á leikirnar alla tíðina, og at bólturin nú liggur hjá Búnaðarstovuni og Jacob Vestergaard.

 

- Búnaðarstovan skal ognartaka lendið, og rinda uppisitaranum fyri tað. Síðani skal kommunan gera vøllin, og tað er ikki bara sum at siga, tað, tí hetta er ikki roynt áður, sigur Petur Elias Petersen.

 

Hann sigur, at hann er tryggur við leiklutin hjá kommununi.

 

- Vit hava fingið bræv frá kommununi, har teir vátta, at leggja hallir og vallir til, skipa fyri húsing og bussleið og øllum tí praktiska, sigur Petur Elias Petersen.

 

Hann roknar ikki við, at IGA verður nøgt, fyrr enn teir sita við pappírunum í hondini ið váttar, at golfvøllurin verður klárur í 2018 so trygd er fyri, at hann kann nýtast í 2019.

 

- Lendisviðurskiftini mugu fáast upp á pláss áðrenn 31. desember 2013, annars mugu vit taka okkara umsókn aftur, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF forseti.