Søkja nú eftir manning til Boeing farmaflogfar

Tey, sum sett verða í starv hjá nýggja flogfelagnum FarCargo, skulu byrja skjótast gjørligt

 

Nýggja føroyska flogfelagi, FarCargo, søkir nú eftir manning til flogfarið, sum felagið hevur keypt til farmaflutning fyrst og fremst millum amerikanska meginlandið og Føroyar.

Felagið skrivar í lýsingini, sum sæst á in.fo, at FarCargo nú fer undir nýskapandi farmaflúgving úr Vágum til USA.

– Og vit hava tørv á manningum til okkara Boeing 757-200 flogfar. Vit søkja tí eftir royndum skiparum og stýrimonnum (m/k) at byrja skjótast til ber, skrivar felagið í lýsingini.

Um uppgávurnar hjá umsøkjarum, sigur felagið, at saman við einum professionellum flogtoymi verður kjarnuuppgávan at flyta farm við okkara Boeing 757-200 úr Føroyum til USA og umvegis Evropa á veg aftur heim til Føroya.

– Við trygdini í hásæti, høgum tænastustøði og góðum stundvísi, verður tú við til at tryggja nøgdsemi hjá okkara viðskiftafólki.

– Vit bjóða tær eitt spennandi starv í eini slóðbrótandi fyritøku. Vit vilja menna føroyska flogfarmavinnu til frama fyri okkara laksaútflutning, umframt at geva farmafeløgum og innflytarum møguleika at flyta sínar vørur loftvegis til Føroya, skrivar felagið í lýsingini.

Um lønina sigur felagið, at hon saman við setanartreytum er sambært avtalu.

– Arbeitt verður í vaktarskipan, har manningar flúgva eftir galdandi altjóða treytum um flogtíð og hvílitíð. FarCargo bjóðar útvaldum umsøkjara fast starv, treytað av at viðkomandi hevur staðið allar lógarkravdar royndir og stendur typuumskúlingina til Boeing 757.

Umsóknarfreistin er 1. september 2022.

FarCargo varð sett á stovn í 2021. Høvuðspartaeigari er Bakkafrost, umframt at Sp/f 25.05.2021 er partaeigari. Stjóri í felagnum er Birgir Nielsen, nevndarformaður er Regin Jacobsen. Leiðandi flogskiparar eru Hans Meinhard á Høgabóli og Heðin Krett, og leiðandi teknikari er Andrew Djurhuus. Ábyrgdina fyri flogloyvum, flogoperatión v.m. hevur West Atlantic í Svøríki, sum FarCargo hevur samstarvsavtalu við.

Felagið boðaði í morgun frá, at avtala er undirskrivað um keyp av einum farmaflogfari av slagnum Boeing 757-200.