Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar

Ynskir tú at søkja inn á gymnasialt miðnám ella á eina yrkisútbúgving? Frá sunnudegnum 15. februar til 15. mars

ber aftur til umvegis Vangan at søkja inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar til komandi skúlaár.

Tíðindaskriv:

 

Søk umvegis Vangan hjá Undirvísingarstýrinum her.

Sum áður er eisini møguligt at søkja við pappírsumsókn, sum tú finnur her. Pappírsumsókn skal sendast skúlanum,

har tú ynskir at søkja.

Vegleiðing til innskrivingina sæst her.

Vel tína útbúgving

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár og gevur tær førleikar til at halda áfram á hægri lærustovni í

Føroyum ella uttanlands.

Ein yrkisútbúgving tekur vanliga um fýra ár, har meginparturin av læruni fer fram á einum arbeiðsplássi, meðan

umleið ein fjórðingur er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving verður tú klár/ur at arbeiða sum faklærd/ur.

Útbúgvingartilboðini eru nógv, og tað kann vera trupult at velja. Tí er í gjørd ein app, sum kallast “Útbúgvingar”,

har tú kanst lesa um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og yrkisútbúgvingar í 2026. Appin kann takast niður í App

Store og Google Play.

Vegleiðing og kunning

Eru ivaspurningar ber eisini at til at venda sær til skúlarnir, sum hava vegleiðarar, sum fegin hjálpa tær, um tú

hevur spurningar. Tú kanst eisini venda tær til Vegleiðingarstovuna antin á telefon, telduposti ella við at støkka inn

á gólvið á Hoyvíksvegi 72, Tórshavn. Les meira á vegleiding.fo

Um tú hevur áhuga ella spurningar um eina yrkisútbúgving, er Yrkisdepilin klárur at vegleiða. Les meira á

yrkisdepilin.fo

Í millum yrkisrættaðu útbúgvingarnar eru eisini tær á Heilsuskúla Føroya. Les meira um útbúgvingarnar á

Heilsuskúla Føroya her. Gev gætur, at heilsurøktaraútbúgvingin verður í løtuni tillagað, soleiðis at tað fer at bera

til at taka útbúgvingina við millum annað meira fjarlestri og einstakar undirvísingardagar norðanfjørðs. Ætlanin er,

at til ber at søkja til heilsurøktaraútbúgvingina frá apríl mánaði 2026. Nærri kunning kemur, tá til ber at søkja. Les

meira her.

Kunningartiltøk kring landið

Komandi vikurnar fara skúlarnir at skipa fyri kunningartiltøkum kring landið. Meira fæst at vita á Facebook-

síðunum hjá miðnámsskúlunum og á vegleiðing.fo

Umsóknarfreistin til gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar er 15. mars 2026.