Søgurnar siga Bale og Manchester United

Gareth Bale verður nú settur í samband við Manchester United, men søgurnar eru ymiskar

Nýggjastu søgurnar úr Spania siga, at Manchester United eru sinnaðir at fara upp um milliardina fyri at tryggja sær walisiska Gareth Bale frá Real Madrid. Hóast søgan enn bara er gitingar, so eru tað ábendingar um, at tað ikki er fultkomliga óhugsandi.

 

Les eisini: Real Madrid og Bale heimsmeistarar

 

Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United, vildi ikki gera viðmerkingar til søguna á tíðindafundi, men avsannaði tað ikki. Heldur segði hann, at tað var nakað, ið hann fór at tosa við leiðsluna í felagnum um, og ikki fjølmiðlarnar.

 

Í Spania skriva miðlar, at Gareth Bale ikki passar heilt inn í liðið hjá Real Madrid. Tað eru ymiskar meiningar um tað, tí skjóti vongurin hevur hóast alt skorað nøkur týdningarmikil mál í eitt nú Copa del Rey og Champions League finalunum. Hinvegin, so verður víst á, at hann í miðal avrikar ov lítið fyri at verða heimsins dýrasti spælari.


Les eisini: Ein milliard til van Gaal

 

25 ára gamli Gareth Bale skifti undan farna kappingarári til Real Madrid frá Tottenham fyri áleið 850 milliónir krónur. Alment verður sagt, at talan er um dýrasta handilin í fótbóltssøguni, men onkur ivamál eru hesum viðvíkjandi.

 

Hvat talar fyri einum skifti?

 

Umframt, at keldir í Real Madrid hava givið ábendingar um misnøgdina við Gareth Bale, so hevur Manchester United eisini prógvað í ár, at teir veruliga ætla at taka kappingina upp við Chelsea og Manchester City í Premier League.

 

Serliga keypi av argentinska Ángel Di María frá Real Madrid fyri yvir eina hálva milliard krónur prógvar, at leiðslan meinar tað av álvara. Teir hava eisini sett Louis van Gaal sum venjara og back-up framaherjin eitur Radamel Falcao.

 

Tað er tiltikið, at søgurnar byrja tíðliga, tá okkurt er áfat í Real Madrid. Tað hendi við David Beckham, Cristiano Ronaldo og tá Gareth Bale kom til felagið. Spanskir miðlar vísa eisini á avkvøðugreiðslu millum Real Madrid fjepparar, sum sigur, at 54 prosent av fjepparunum hjá felagnum høvdu selt hann um prísurin var rættur.

 

Hvat talar ímóti?

 

Tá alt hetta er sagt, so eru tvey høvðusargument, sum ikki tala fyri einum skifti. Bretskir journalistar, sum hava verið í samband við umboð hjá Gareth Bale siga, at boðskapurin er greiður. Gareth Bale fer ongan veg. Hann skifti til Real Madrid fyri at vinna steyp og tað er ikki broytt. Har frá verður eisini sagt, at bæði venjarin, Carlo Ancelotti, og forsetin í Real Madrid, Florentino Perez, báðir ynskja at Gareth Bale verður verandi.

 

Hitt argumentið er, at Manchester United komandi tvey flytingarvindeygini skal styrkja verjupartin. Bæði í sjálvari verjuni, bakkunum og verjukendi miðvøllurin verða raðfest hægri enn ein framrættaður spælari.

 

Real Madrid hevur seinastu tvey árini selt spælarar sum Mesut Ozil og Ángel Di María, so er spurningurin um Gareth Bale verður tann næsti. Prísurin er 1,1 milliard krónur.