Unga stjørnuskotið Reiley hevur longu nógvar fylgjarar á sosialu miðlum. Á TikTok hevur hann næstan 11 milliónir fylgjarar, og á Instagram hevur hann 339.000 fylgjarar.
Nú hevur hann eisini tikið donsku sjónvarpshyggjararnar á bóli – eins og fakdómararnar við talenti sínum.
Ungi føroyingurin vann í kvøld Dansk Melodi Grand Prix 2023.
– Eg havi tað fantastiskt. Eg havi ikki orð. Eg kenni stóra virðing fyri at vera góðtikin av fólki í Danmark, sigur Reiley við danskar miðlar á blandaðum donskum og enskum máli.
Tað er fyrstu ferð, at ein ein sangari úr Føroyum endar í Eurovision.
– Líkamikið hvar tú ert í heiminum, og hvar tú ert á palli, so fert tú altíð aftur til røtur tínar. Tað er púra greitt nakað, sum liggur mær á hjarta, segði Reiley, sum hevði foreldur og systrar við at fagna sær.
Málið hjá Reiley er púra greitt: Hann vil vinna Danmark pláss í finaluni í altjóða melodigrandprix, Eurovision.
So nógv lond eru við, at tað eru hálvfinalur áðrenn finaluna. Og Danmark hevur ikki vunnið pláss í finaluni síðani 2019.
– Eg vil hava, at sangurin vinnur fyri okkum øll, sigur Reiley.
Hann veit longu, hvussu hann skal sannføra Euroavison-hyggjarar og fakdómararnar hjá øllum londunum.
– Vit hava so nógv hugskot, sigur hann og heldur fram:
– Tað var so nógv, sum vit ikki fingu gjørt á hesum pallinum, sum vit kunnu gera á stóra pallinum í Liverpool.
Vanliga verður Eurovision hildið hjá tí landinum, sum vann seinast. Men av tí at Russlandi hevur gjørt innrás í Ukraina verður Eurovision í ár hildið í bretska stórbýnum Liverpool vegna krígsrakta landið Ukraina.
Tær báðar hálvfinalurnar, sum verða áðrenn sjálvan finaluna 13. mai, verða ávikavist 9. og 11. mai.











