Søguliga gonguferðin – í Árnafirði – klokkan 08.10

Hetta er partur av Morgunsendingini hjá Kringvarpinum, Góðan Morgun Føroyar, har frásøgufólk verður Hanus Poulsen, sum hevur savnað hópin av staðarnøvnum í Árnafirði, og er ættaður úr Árnafirði. Eisini sigur Mikkjal Mikkelsen, søgufróður maður úr Árnafirði, frá. Andras Sólstein greiður frá søguni um Tingstaðin uppi á Køtlum.

 

Bygdin er nevnd í Hundabrævinum – Her kunnu vit nevna tingstaðin fyri Norðoyggjar, á Køtlum, er beint omanfyri bygdina, Minuhúsið, upprunabygdin hevur ligið longri uppi, staðarnøvn eftir bønhúsið, kirkjan, skúlin og annað mangt verður greitt frá.

 

Gamla Seglhúsið hevur listaframsýning.

kl. 14.00 til 19.00

 

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram.

 

Á framsýnini vera verk eftir: Heðin Kambsdal, Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni, Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Oliver við Neyst, Øssur Mohr, Torbjørn Olsen, Bergithe Johannesen, Sámal Toftanes, Amariel Norðoy, Hanni Bjartalíð, Bárður Jákupsson, Ludvík á Brekku, Finleif Mortensen.

 

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, sum er ein søluframsýning og hongur uppi frá 13. til 19. februar.

 

Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00

Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna.

 

Smæran – kl. 15.00Petur Martin Petersen, søgufróður – “Klippfiskur til Spania, lippukassar, vaðbein og heiðursbrøv til SSP”

 

Um reiðaran og virkið hjá Sámal Petur Petersen í Fuglafirði, sum fekk fleiri heiðursbrøv úr Spania fyri góðan saltfisk – klippfisk.

 

Nú árligu torradagarnir eru í Klaksvík, verður dentur lagdur á saltfisk og klippfisk í hesu frásøgn, sum mundi vera høvuðsvøran, føroyingar fóru at útflyta, tá ið skiparakstur á egnum kjøli tók seg upp í seinnu helvt av 1800-talinum.

 

Christianskirkjan kl.17.30

Skrúvugudstænasta við Hanus á Gørðum.

Eftir guðstænastuna verður boðið niður í kirkjukjakkaran, har kjøtsós og skrúvur eru at fáa.

 

Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00

 

Fiskivinnutingið – Fiskivinnunýskipanin

Fiskivinnupolitiskur toppfundur, har allir floksformenn á tingi eru við. Kjakast verður um fiskivinnunýskipanina, sum verður løgd fyri tingið í næstum.

Jón Brian Hvidtfeldt og Óluvá Zachariassen eru vertir. Kjakfundurin, sum er almennur, verður sendur beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

Tú sleppur eisini at siga tína meining, ella koma við viðmerkingum og fyrispurningum. Floksformenninir kjakast um fiskivinnunýskipanina.

 

Atlantis – kl. 19.00

Kvinnur í filmslistini

Vístir verða tríggir stuttfilmar, sum tríggjar kvinnur hava leikstjórnað - Annika á Lofti, Julia í Kálvalíð og Maria Torgarð.

 

Millum framførslurnar ger Solby A. Christiansdóttir samrøður við kvinnurnar handan filmirnar

 

Filmirnir eru:

MIST, sum Annika á Lofti hevur leikstjórnað
BOYS, sum Julia í Klávalíð var framleiðari av 
FRÁVIK, sum Maria Torgarð, hevur leikstjórnað

"Som engle vi falder", sum Mariu Winther Olsen hevur leikstjórnað

 

Til filmskvøldið í Atlantis vera Annika á Lofti, Julia í Klávalíð og Maria Torgarð til staðar og greiða frá filmunum í samrøðu við Solby A. Christiansdóttir.

 

Mariu Winther Olsen verður tó ikki við.

 

Kunna teg nærru um skránn her:

http://www.klaksvik.fo/index.asp?pID={EFA98FC1-6131-41A9-9872-99CD91F95508}