Mikudagin í komandi verður føroysk fótbóltssøga skrivað í Sarpugerði í Norðragøtu. Tað verða nevniliga seks dómarar, ið skulu leiða fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og EB/Streym. Hetta er ongantíð áður roynt í føroyskum fótbólti, skrivar heimsíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Á fundi við feløgini fyrr í ár boðaði Fótbóltssamband Føroya frá, at eyka hjálpardómarar møguliga fóru at verða nýttir í dystum í steypakappingini hjá monnum. Nú er komið so mikið ávegis við fyrireikingunum, at ætlanin í fyrsta umfari verður roynd í hálvfinalunum um Løgmanssteypið.
Nøvn sett á teir seks dómararnar
Dómari í fyrru hálvfinaluni millum Víking og EB/Streym verður Eiler Rasmussen, Regin Egholm og Andreas Petur Hansen vera á síðulinjuni, meðan Johnleif Gerðisá verður ”4. dómari”. Eyka hjálpardómarar verða Dagfinn Forná og Ransin Djurhuus, skrivar fsf.fo.
Eyka hjálpardómararnar kenna vit best frá Champions League og Europa League, ið er dómarin, sum stendur á ella aftanfyri mállinjuna (bak-linjuna), til vinstru fyri málið. Uppgávan hjá eyka hjálpardómaranum er millum annað at hjálpa dómaranum at taka avgerðir, serliga í og rundan um brotsteigin, at meta um nær bólturin er farin um mállinjuna og annað.
Í løtuni er ikki avgjørt, um henda loysn eisini verður at síggja í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin 30. august.