Søgugranskari settur

í sambabandi við møgulig hernaðartiltøk í Føroyum

Stýrisbólkurin til kanningar av hernaðarmálum hevur sett Sámal Tróndur Finnsson Johansen, cand. scient. soc. í søgu og geografi, at gera skjalarannsóknir í USA viðvíkjandi amerikanskum hernaðartiltøkum í Føroyum. Setanin er fyribils tíðaravmarkað til skeiðið 15. oktober?31. desember í ár.

Sámal T. Johansen er 32 ára gamal føroyingur búsitandi í Næstved í Danmark. Hann er útbúgvin 1996 frá Roskilde Lærda Háskúla (RUC), har hann hevur skrivað høvuðsritgerð í báðum lærugreinum. Hann hevur sostatt vær megingreinir í síni útbúgving. Sámal Tróndur Johansen hevur luttikið á fakligum skeiðum og seminarum, umframt at hann sjálvur hevur skipað fyri seminarum um samtíðarsøgulig evni. Í hesum sambandi kann verða nevnd ráðstevnan Nordisk fiskersamfund i fremtiden, eins og hann hevur ritstjórnað stóra frágreiðing frá ráðstevnuni í røðini TemaNord, sum Nordisk Ministerråd gevur út. Hann hevur starvsroyndir frá ymsum lestrarstørvum ? eitt nú á skjalasavni og eftir próvtøku sum granskingarhjálpari við RUC (Roskilde Lærda Háskúla).

Stýrisbólkurin, sum løgmaður hevur sett at standa fyri rannsóknunum, hevur við støði í løgtingssamtyktini frá 19. apríl 1996 gjørt nakrar fyribils rannsóknir í málinum. Niðurstøðan hjá bólkinum er tann, at skjalarannsóknir eisini eiga at verða gjørdar í eitt nú føroyskum, donskum og bretskum almennum skjalasøvnum. Hetta verður neyðugt, um øll skjøl viðvíkjandi herstøðunum í Føroyum skulu kunna leitast fram og almannakunngerast, soleiðis sum løgtingið hevur gjørt av í samtyktini. Hesum rannsóknum fer stýrisbólkurin sjálvur at skipa fyri, og tær verða gjørdar samstundis; sum søgufrøðingurin ger sínar rannsóknir í USA.

Stýrisbólkurin hevur sett Thorsen Borring Olesen, søgufrøðing og lektara við Århus Lærda Háskúla, sum ráðgeva hjá søgufrøðingi og stýrisbólki. Sum ein av teimum, ið var við til at gera DUPI-frágreiðingina um Thulemálið, hevur Thorstein Borring Olesen drúgvar rooyndir frá arbeiði við rannsóknum í almennum amerikanskum skjalasøvnum.

Tá rannsóknirnar eru lidnar, fer stýrisbólkurin saman við søgufrøðinginum at orða eina frágreiðing, ið verður almannakunngjørd so skjótt, sum hon er handað løgmanni. Av tí at talan er um rættiliga umfatandi og tíðarkrevjandi rannsóknir má roknast við, at arbeiðið við frágreiðingini fer at taka drúgva tíð. Eitt til tvey ár fara helst at ganga, áðrenn ein frágreiðing um hernaðarmálið verður almannakunngjørd.

Í stýrisbólkinum sita Rúni Joensen, løgmannsskrivari, formaður í stýrisbólkinum, Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørður Ph.D., (fakliga ábyrgd av rannsóknararbeiðinum), Jóan Pauli Joensen, rektari, dr. phil. & fil dr., Jákup Thorsteinsson, dr. phil.